Fær minst 5.000 krónur í bót

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar fleiri staðni í gjár

Áki Bertholdsen
17. oktober 2023 kl. 07:39

Í gjár var løgreglan á ferk kring um í meginøkinum og kannaði ferðsluna. Løgreglan sigur, at sum heild var støðan góð, tí eingin bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt.

Men tá ið ein bilur varð steðgaður í Vágum, vísti tað seg, at bilførarin hevði ikki koyrikort. Hann hevði mist tað eina ferð og hevði ikki fingið upp í lag at taka tað aftur, hóast frádømingartíðin var farin.

Tað er ein dýr søga, tí longu fyrstu ferð ein verður tikin fyri at koyra bil við ongum koyrikorti, er bótin 5.000 krónur.

Um vikuskiftið varð ein bilførari í Havn annars tikin fyri at koyra ávirkaður - og hann var bæði ávirkaður av rúsdrekka og av rúsevnum.