Faer Isles væntar at fara undir at byggja whiskygoymslu fyrst í næsta ár

Tørvur verður á goymsluplássi nú Faer Isles Distillery fer undir at gera whisky fyrst í komandi ári, og tí er tilgongdin byrjað at byggja tríggjar goymslubygningar í Kvívík.

Steinar Patursson
3. desember 2021 kl. 16:41

Nú er skjótt klárt hjá Faer Isles Distillery at fara undir fyrsta byggistig í Kvívík, og felagið hevur biðið fleiri byggifyritøkur um tilboð upp á at fara í holt við fyrsta byggistig.

Faer Isles Distillery hevur í løtuni alla framleiðsluna í Vestmanna, men eigur eisini eitt stykki í Kvívík. Upprunaliga var ætlanin at framleiða í Kvívík, men nú felagið slapp framat í Vestmanna, eru ætlanirnar broyttar eitt sindur, og framtíðarætlanirnar eru at hava framleiðslu á báðum støðum.

Men felagið fer næsta ár undir whiskyframleiðslu, og tá verður neyðugt við goymsluplássi, tí whisky skal lagrast, áðrenn tað kann kallast fyri whisky og fara út á marknaðin.

Og tí verður eftir ætlan nú farið undir at byggja tríggjar goymslubygningar á stykkinum í Kvívík, siga Bogi Karbech Mouritsen og Dánial Hoydal frá Faer Isles Distillery.

Dánial Hoydal greiðir frá, at ætlanin er at byggja tríggjar goymslubygningar í fyrsta byggistigi, har teir eru 12 ferðir 17 metrar til støddar og seks metrar upp til mønuna.

Mett verður eftir, at hvør bygningur skal kunna goyma upp móti 500 tunnum av whisky, ið er áleið ein ársframleiðsla, sigur Dánial Hoydal.

Goymslubygningarnir skulu byggjast eftir sama leisti sum føroyski hjallurin, sum er ein opin bygningur.

Dánial Hoydal ger greitt, at ein stórur partur av whiskysmakkinum kemur frá búningini, og tí er ætlanin at brúka sama hátt at búna whiskyið, sum aldargamli føroyski hátturin at goyma mat.

Hóast byggivinnan hevur nógv at gera, hevur Faer Isles Distillery biðið um tilboð frá fleiri byggifyritøkum, og felagið vónar, at farast kann undir at byggja goymslubygningarnar fyrst í komandi ári.

Faer Isles Distillery hevur longu frammanundan sent bæði gin og akvavitt á marknaðin.

Meira er at lesa um Faer Isles Distillery í Dimmalætting um føroyska framleiðslu, ið kann lesast her.