Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni í nátt. Men mitt í nátt varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði í Havn at melda harðskap.
Løgreglan sigur, at ein maður varð sligin í andlitið. Tey fingu fatur á gerningsmanninum og hann er nú skuldsettur fyri harðskap.
Mitt í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Havn og tá ið tey tosaðu við bilføraran fingu tey illgruna um, at hann var ikki edrúur. Tí blásti hann í alkometrið og rætt var, tí tað gav útslag,. Sostatt varð blóðroynd tikin av bilføraranum og hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Men hetta varð ein serstakliga dýrur bilførari, tí tað vísti seg, at hann hevði heldur einki koyrikort. Tað er nevniliga ikki so langtsíðani at hann misti koyrikortið og tað er so stutt fráliðið, at hann hevur ikki kunna tikið tað aftur.
Sostatt hevur hann koyrt bil í frádømingartíðini og tað er hann eisini skuldsettur fyri. Og tað er dýrt, tí bótin fyri tað er ein heil mánaðarløn - eftir skatt kortini.