– Maki Kaji var kendur sum faðirin at sudoku og var elskaður av viðhaldsfólkum kring allan heimin, skrivar Nikoli, eitt japanskt felag, sum stendur fyri at breiða út spøl av ymiskum slag fyri at stimbra heilavirksemi. Kaji doyði av krabbameini 10. august.
Sudoku er eitt krossorðaspæl við tølum, sum varð uppfunnið av sveisiska støddfrøðinginum Leonard Euler í 1700-talinum. Nútíðar útgávan av krossorðaspælinum við tølum bleiv evnað til í USA, men tað var japanski Kaji, ið gjørdi sudoku væl umtókt. Hann gav eisini krossorðaspælinum navnið sudoku.
Endamálið við spælinum er at seta tøl frá eitt til níggju inn í eitt mynstur við níggju rútum, soleiðis at eitt tal kemur fyri eina ferð í hvørjum rað og teigi í hvørjum rúti á einum 3x3 teigi.
Kaji fann fram til krossorðaspælið í einum amerikanskum tíðarriti í 1980-unum, og gjørdi spælið kent í Japan. Í Evropa - og eisini her í Føroyum - gjørdist sudoku væl umtókt um ártúsundaskiftið.
Eisini verður skipað fyri HM í sudoku á hvørjum ári.
Dimmalætting hevur havt sudoku í blaðnum síðani 2005.