Facebook: Nú verður lættari at verja tínar persónsupplýsingar

Komandi vikurnar kunnu Facebook brúkarar gleða seg til fleiri tiltøk, ið skulu "geva fólk meira ræði yvir teirra privatlívi"...

Alda Nielsdóttir
28. mars 2018 kl. 15:34

Komandi vikurnar kunnu Facebook brúkarar gleða seg til fleiri tiltøk, ið skulu "geva fólk meira ræði yvir teirra privatlívi" sigur fyritøkan í tíðindaskrivi.

Í seinastuni hevur verið nógv kjak um hvussu sosiali miðilin brúkar upplýsingar hjá brúkaranum.

Facebook fer í næstum at koma við fleiri nýggjum hentleikum, ið skulu gera tað lættari hjá tær at finna útav hvørjar upplýsingar Facebook hevur um teg, og hvussu tú strikar tær. Eisini verður tað lættari hjá tær at stýra, hvørjar lýsingar tú sært, og hvør kann síggja tínar dagføringar og upplýsingar. Eisini fer tað at gerast meira torført hjá fólki at stjala tínar upplýsingar.

Sæmbart Facebook fer alt hetta at geva brúkarum betri møguleika at verja teirra privatlív.

“Vit hava hoyrt klárt og týðiliga, at privatstillingar og aðrir hentleikar er tórført at finna, og at vit noyðast at gera meira fyri at kunna fólk. Komandi vikurnar taka vit eyka stig fyri at geva fólk meira ræði á teirra privatlívi”, stendur í tíðindaskrivi frá Facebook.

“Eitt er at greiða frá hvørjar dátur vit savna inn, men tað er enn meira hent, tá fólk sjálvi kunnu síggja og stýra sínum upplýsingum” sigur Facebook, og lovar, at man bæði kann taka niður dátur, man hevur deilt og strika ting frá sínari vangamynd, sum man ikki longur ynskir at hava.

Tíðindaskrivið sigur einki um, hvørt Facebook eisini ætlar at strika dáturnar.

Longu í síðstu viku lovaði Mark Zuckerberg, at tey fóru at koma við fleiri broytingum, ið m.a. skuldu loyva brúkaranum at forða apps í at brúka sínar upplýsingar. Hann lovaði, at Facebook fór at ansa betur eftir upplýsingunum hjá fólki í framtíðini. Hetta hevur tó ikki forðað fyri, at virðið á partabrøvunum hjá Facebook er minkað enn meira, og tí hevur fyritøkan hildið tað verið neyðugt at sett enn fleiri tiltøk í verk.

“Seinasta vikan hevur víst, hvussu nógv arbeiði Facebook enn hevur eftir at gera, og fyri at hjálpa fólki at skilja, hvussu Facebook riggar, og hvørjar møguleikar man hevur fyri at stýra sínum privatu upplýsingum á Facebook,” segði talsfólk fyri Facebook m.a. í tíðindaskrivinum.

Kelda: Berlingske