Facebook hevur nærum tríggjar milliardir brúkarar

Nýggjastu tølini hjá Facebook vísa, at pallurin hevur næstan tríggjar milliardir brúkarar. Nærum ein triðingur av vaksnum amerikanarum fáa javnan tíðindi umvegis Facebook.

Steinar Patursson
6. oktober 2021 kl. 16:30

Talið á aktivum Facebook brúkarum táttar nú í tríggjar milliardir, og um øll feløgini ella appurnar hjá Facebook verða tald uppí, røkkur tøknirisin út til fleiri enn 3,5 milliardir brúkarar kring heimin.

Tað vísir ein uppgerð, ið Statista hevur gjørt av almannakunngjørdu brúkaratølunum hjá Facebook.

Høvuðsmiðilin, Facebook sjálvt, hevði 2. kvartal í ár 2,9 milliardir aktivar brúkarar. Dagførdu tølini hjá Statista yvir aðrar appur eru frá 2017 og frameftir. WhatsApp hevði 1. kvartal í 2020 tvær milliardir aktivar brúkarar, messenger hevði 3. kvartal í 2017 1,3 milliardir brúkarar, meðan instagram hevði 2. kvartal í 2018 eina milliard aktivar brúkarar.

Talið á teimum, ið eru aktivir brúkarar av einum ella fleiri av omanfyrinevndu, er 3,5 milliardir brúkarar.

Hugtakið ”aktivur brúkari” merkir ein, ið er skrásettur brúkari, og sum hevur ritað inn á appuna innan seinastu 30 dagarnar.

Og hóast felagið Facebook hevur verið fyri hvøssum atfinningum um, at ikki nóg nógv verður gjørt við at sleppa undan falsatíðindum og øðrum misvísandi tíðindum, eru appurnar framvegis ein stórur partur av tíðindakeldum – í øllum førum hjá amerikanarum.

Ein greining hjá Pew Research Center vísir, at 31 prosent, nærum ein triðingur av vaksnum amerikanarum fáa javnan tíðindi frá Facebook. Talið á vaksnum amerikanarum, ið brúka Facebook, er 66 prosent.

11 prosent av teimum vaksnu brúkarunum av instagram fáa javnan tíðindi hagani, meðan tølini fyri Snapchat og WhatsApp eru ávíkavist fýra og trý prosent.