Facebook hevur gjørt avtalu við News Corp Australia, stjóra miðlafelagið hjá Rupert Murdoch, um at gjalda miðlarisanum fyri tað tíðindatilfarið, ið verður brúkt á Facebook í Australia.
Tað skriva fleiri altjóða miðlar í dag.
Avtalan kemur bert fáar vikur eftir, at Australia samtykti eina lóg, ið hevur til endamáls at fáa Facebook at gjalda fyri tað tíðindatilfarið, ið verður lutað út á sosiala miðilin.
Undir viðgerðini av australska uppskotinum valdi Facebook at seta hart móti hørðum og noktaði atgongd til allar australskar miðlar frá sosiala miðlinum. Úrslitið gjørdist, at australska stjórnin mátti broyta uppskotið nakað, áðrenn tað varð samtykt, og Facebook lat upp aftur fyri australskum miðlum.
Tað er Rupert Murdoch, ið eigur News Corp Australia, og News Corp Australia stýrir umleið 70 prosent av øllum blaðmiðlunum í Australia. Eins og so nógva aðrastaðni, hava australskir miðlar eisini rópað varsgó seinastu árini, nú ein alsamt vaksandi partur av lýsingarinntøkunum endar hjá sosialu miðlunum.
Eisini í Føroyum hevur spurningurin um vantandi lýsingarinntøkur gjørt um seg, og í 2017 byrjaði privata føroyska miðlavinnan at fáa miðlastuðul frá tí almenna – ein miðlastuðul, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, nú er í fer við at broyta til verkætlanarstuðul.
Ætlanin hjá australsku stjórnini var tí at fáa Facebook at gjalda fyri, at tíðindatilfar frá australsku miðlunum varð lutað út á Facebook.
News Corp Australia hevur frammanundan eina avtalu við Facebook um tíðindatilfar í USA, har Facebook skal gjalda felagnum fyri at hýsa tíðindatilfari í teiginum «Tíðindi». Tann teigurin er kortini í Australia.
- Rupert og Lachlan Murdoch [sonur Rupert Murdoch, red.] hava staðið á odda fyri altjóða kjaki, tá onnur í vinnuni hava tagt og ligið skerfløt, meðan talgilt avlamni hevur hótt við at broyta journalistikk til biddaravirksemi, segði Robert Thomson, stjóri á News Corp, um nýggju avtaluna.