- Eg havi stríðst við spenningin ímillum at standa fyri talifrælsinum og skaðanum av at minimalisera ella avnokta ræðuleikarnar av Holocaust.
Tað segði Mark Zuckerberg, forstjóri í Facebook-fyritøkuni í einari dagføring á Facebook mánadagin.
Tað skrivar theguardian.com.
- Mín tankagongd er broytt eftir, at eg havi sæði tøl sum vísa økt harðskap, sum hevur samband við jødahatur, og tað hava okkara grundreglur um haturstalu eisini, segði Mark Zuckerberg.
Stovnarin av heimsins størsta sosiala netverki hevur ikki altíð havt hesa sannføringina. Fyri tveimum árum síðan segði hann í eini samrøðu við tech-heimasíðuna Recode, at sjálvt um hann ikki kundi torga, at fólk avnoktaðu Holocaust, so helt hann ikki, at Facebook skuldi strika slíkt innihald.
Men nú, tvey ár seinni, vera reglurnar broyttar, og tað merkir, at Facebook fer at banna innihaldi, sum avnoktar ella avskeplar Holocaust.
Nær broytingin kemur í gildi er ikki endaliga avgjørt.
Jødiski heimsfelagsskapurin og amerikanski felagsskapurin hjá jødum fagnar broytingini, tí hetta er nakað, sum tey hava stríðst fyri leingi. Nú eydnaðist tað so endiliga.
Í august mánað stongdi Facebook næstan 800 bólkar, sum høvdu við samansvørjingarteoriina QAnon at gera, og nú tekur fyritøkan enn eitt stig. Í einum blogposti skrivar fyritøkan, at amerikanskar kanningar vísa, at umleið ein fjórðingur av amerikanarum í aldrinum 18-39 siga, at tey trúgva, at Holocaust er ein myta, at søgurnar um Holocaust eru yvirdrivnar ella at tey ivaðust í, um tað passaði, skrivar The Guardian á heimasíðu síni.