Í gjárkvøldið eydnaðist at finna eina semju so at ein endi fekst á verkfallinum, sum næstan hevði vart ein mánað.
Men at verkfallið hevur vart ein mánað, sæst tíðiliga á handilshillunum kring landið, tí har hava verið at kalla sovjettiskir tilstandi við tómum hillum í longum banum.
Men eitt er at fáa ein enda á verkfallinum, men eitt annað er nær alt verður sum vanligt aftur og handilshillarnar fullar av vørum, sum vit eru so forkelað við.
Eyðvitað tekur tað nakrar dagar, men Bo Møller Hansen, marknaðarleiðari í FK, sigur, at tað verður longu í kvøld, at tær fyrstu vørurnar koma aftur á hillarnar.
Hann sigur, at seinnapartin í dag kemur flogfarið hjá Faroe Cargo úr Billund til Føroyar við fullari last av frukt, grønmeti, osti og øðrum viðskera, og tað er alt til FK.
Flogfarið fer úr Billund antin klokkan 13.20, ella klokkan 15.20, danska tíð. Beinanvegin flogfarið er komið, verður lastin so býtt sundur til allar teir seks handlarnar hjá FK kring landið - spurningurin er so um tað lukkast til Suðuroyar fyrr enn eftir lukkutíð í kvøld.
Annars koma fleiri vørur við Nørrønu, sum fer úr Hirtshals í morgin og verður í Føroyum seinnapartin mikudagin, og har verða ymsar feskar matvørur, og annað við.
Tey fáa eisini vørur við farmaskipi, sum kemur í kvøld og annars fáa vit vørur so við og við, bæði seinnapartin í dag og í kvøld, og so mikudagin við Norrønu, sigur Bo Møller Hansen.
Hann sigur, at tá ið handlarnir lata upp hósmorgunin, væntar hann, at hillarnar síggja út sum tær plaga.
Eisini hjá heilsøluni hjá Poul Michelsen fer at líkjast. Gunnar Mohr, stjóri, sigur, at tey tóku tann vágan, at fingu vørur heim farmaskipið nú um vikuskiftið.
Talan er um ymsar frystivørur, og annað, sum heldur sær leingi so teirra virksemið er longu komið upp á 60-70 prosent og tey koyra út í handlarnar kring landið.
Frukt og grønmeti, egg og epli koma seinni í vikuni, so tá ið hendan vikan er farin, er alt aftur við vanligt, sigur Gunnar Mohr.
Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Niels Mortensen, stjóra í SMS og Adami Andreasen, marknaðarleiðara í Á handlunum.
Men stjórin í SMS hevur áður sagt, at tað kunnu gott ganga nakrir dagar, áðrenn virksemið er komið í rættlag aftur.