Fáa nýggjar eigarar á nýggjárinum

Fyrrverandi eigari takkar fyri seg eftir samfull 37 ár við borðendan

Hermund Jacobsen, í miðjuni, við nýggju eigarunum, Alva Nielsen og Fríðu Óladóttir Poulsen
Áki Bertholdsen
6. desember 2024 kl. 14:36

Eftir 37 ár í sessinum hevur Hermund Jacobsen gjørt av at fara úr starvinum sum stjóri og eigari í grannskoðanarvirkinum Menta.

Tað v era Fríða Óladóttir Poulsen og Alvi Nielsen, sum yvirtaka eigaralutin hjá Hermundi og tað gera tey á nýggjárinum.

Hermund byrjaði sum grannskoðari í 1980 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1985. Stutt eftir - tann 1. november í 1987 - stovnaði hann grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, sum seinni fekk navnið, Menta.

Í 2007 løgdu Alvi Nielsen og Hermund Jacobsen síni virki saman, og í 2019 kom Fríða Óladóttir Poulsen upp í leiðsluna og eigaraskaran.  

Hermund gevst hjá Menta tann 1. januar 2025 - og Fríða og Alvi reka Menta víðari.

Tey siga í tíðindaskrivi, at talan er um eitt ættarliðsskifti, ið skal tryggja, at virksemið hjá Menta kann halda fram á sama hátt sum nú.