Hósdagin letur eun nýggj matstova upp í Saltangará. Navnið á nýggju matstovuni er Rist.
Tey, sum standa aftan fyri ætlanina, siga, at á Rist fáa fólk siðbundnan mat, bæði kjøt og fisk, sum er gjørdur úr bestu rávørum. Og tað serliga við hesi matstovuni er, at maturin verður stoktur á grillini.
Men hóast størsti dentur verður lagdur á grillina, hava tey eisini ymsar pastarættir á matarskránni - og okkurt er eisini til børnini.
Eigararnir, ið allir eru úr Saltangará, og har um vegir, hildu, at tørvur var á eini matstovu í Saltangará, har fólkatalið stendur í vøkstri, og sum sum hevur fingið fleiri tilflytarar hesi seinastu árini.
Rist letur upp í nýggju hølunum, har søguligi handilin hjá Bjarna Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, helt til.
Flest øll vaksin fólk har um vegir munnu minnast handilin hjá Bjarna Blikk, halda fyrireikararnir.