Tey, sum ólógliga eru kravd eftir gjldið til Heilsutrygd, fáa nú pengarnar aftur. Tað er endamálið við einum uppskoti, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Her er talan um gjøld, sum tey, ið arbeiða í øðrum norðurlondum, og eru fevnd av tryggingum har, eisini hava rindað til Heilsutrygd. Fyri tað mesta er talan um føroyskar sjómenn við norskum skipum.
Tá ið tey eru umfatað av eini aðrari trygging, skulu tey ikki eisini rinda til Heilsutrygd, hevur dómsvaldið avgjørt.
Síðani tá er málið reist í Løgtinginum fleiri ferðir, men nú er tað komið hartil, at eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið sum gevur Taks heimild at rinda pengarnar aftur.
Tey siga, at teirra besta boð er, at talan er um 1.293 fólk, sum tilsamans skuli hava slakar 22,4 milliónir aftur tey fyri gjald til Heilsutrygd tey 10 árini frá 2014 til í fjør.