Fáa nú longri tíð at venja seg við at rinda meiri í skatti

Tey, sum arbeiða uttanlands, fáa nú betri stundi at venja seg við at rinda meiri skatt í Føroyum

Áki Bertholdsen
22 tímar síðan

Seinastu tíðina hevur tað verið rættiliga umstrítt, at samgongan fer at skerja skattafrádráttin hjá teimum, sum arbeiða uttanlands. Hetta fer fyrst og fremst at raka tey, sum arbeiða í Noregi, ella sigla við norskum skipum.

Men nú sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at gera eina skipan við eini skiftistíð so at tey, sum arbeiða uttanlands, fáa trý ár afturat við hægri frádrátti.

Við hesum fáa tey longri skotbrá at laga seg til skattaumskipanina, sigur Ruth Vang, Fyrstu ferð, frádrátturin verður skerdur, er næsta ár, men annars verður 2026, 2027 og 2028, ein skiftistíð.

Ruth Vang sigur, at skatturin í Føroyum hevur leingi verið ov høgur. Við skattaumskipanini í 2024 og 2025 er skattalætti latin øllum, sum arbeiða, serliga lág- og miðalløntum.  

– Um somu leið er farið undir at avtaka og niður laga serskipanir, sum geva munandi lægri skatt, um arbeitt verður uttanlands.

– Okkara samfelag hevur brúk fyri, at øll, sum búgva í Føroyum rinda skatt til landið, sigur hon.  

Ein týðandi liður í hesum er at broyta linkingarhátt, har farið verður burtur frá, at summi slett ikki rinda skatt í Føroyum.

Ístaðin verður frádráttur latin fyri skattin, sum er goldin uttanlands.

Persónar, sum eru undir fullari skattskyldu í Føroyum, og sum arbeiða í øðrum Norðanlandi, hava higartil verið fevndir av so reglu, sum eitur »eksemption linking«. Tað gevur eina lagaliga skatting, tí skatturin í Noregi fyri at taka eitt dømi, er munandi lægri enn í Føroyum, higartil hava tey ikki rindað skatt av síni uttanlandsinntøku í Føroyum.

Ein skiftisregla verður gjørd so hesi fáa ein hægri uttanlandsfrádrátt í trý ár. Tað gevur eitt longri skotbrá at laga seg til skattaumskipanina, sigur landsstýriskvinnan.

Talvan niðan fyri vísir, hvussu skipanin verður: