Fáa nú 653 milliónir at ráða yvir

Løgmaður hevur uppskot um, hvat pengarnir skulu brúkast til

Áki Bertholdsen
22. august 2024 kl. 08:12

Nú skal íleggingargrunnurin fyri Føroyar, yvirtakast á føroyskar hendur. Og í gjár legði Aksel V. Johannesen, løgmaður, uppskot fyri Løgtingið um tað.

Føroyskir myndugleikar hava, í fleiri ár, vilja yvirtikið grunnin og fyrr í ár gjørdu landsstýrið og danska stjórnin, avtalu um, at so skuldi verða. Og nú verður grunnurin so yvirtikin á nýggjárinum.

Sum støðan er, eru 653 milliónir í grunninum og tær fella samstundis á føroyskar hendur. Nú skal so støða takast til, hvat pengarnir skulu brúkast til.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur skotið upp, at helvtin verður sett í Suðuroyartunnilin, og at hin helvtin verður brúkt upp á at úrtbyggja og nútímansgera farstøðina, parkeringspláss, og annað, á Flogvøllinum.