Fáa nógvar fráboðanir um koronu í Føroyum

Heilsustýrið heitir á fólk um at siga frá

Áki Bertholdsen
1. august 2024 kl. 13:57

Herfyri heitti Heilsustýrið á fólk um at siga frá um tey vórðu smittað við koronu. Áheitanin er komin eftir, at korona rættiliga er farið at gera um set aðrastaðni, eitt nú í Danmark, men í Føroyum vóru ongir tilburðir skrásettir.

Tí heitt tey á fólk, sum høvdu latið seg kannað fyri koronu - og har royndin var positiv - um at siga frá, so at myndugleikarnir fingu eina hóming av, hvussu støðan er í Føroyum. Og nú sigur Heilsustyrið, at hesa seinastu vikuna hava yvir 70 fólk boðað teimum frá, at tey høvdu koronu.

Heilsustýrið sigur, at nýggju tølini skulu sjálvsagt takast við stórum fyrivarni, tí tey siga erinki um veruligu smittustøðuna ı́ Føroyum ı́ løtuni. Men kortini geva tey ábendingar um eitt ávı́st smittutrýst.

Heilsustýrið heitir tı́ framvegis á fólk um at senda fráboðan til hst@hst.fo, um tey eru sjúk og ein kanning vísir, at tey hava koronu.

Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar vera:

• Navn

• Bústaður

• Telefonnr.

• Føðingardagur

• Dagfesting fyri staðfesta koronusmittu