Fáa ikki tíð at fáa fólk úr Afghanistan

Taliban hevur gjørt greitt, at tey sameindu skulu vera farin úr Afghanistan 31. august. Tað fær avleiðingar, um fremmandir hermenn framvegis eru í landinum, sigur talsmaður

Steinar Patursson
23. august 2021 kl. 12:01

Taliban fer ikki at loyva amerikanarum og bretum at vera longri í Afghanistan fyri at fáa amerikanskar og bretskar ríkisborgarar út úr landinum í øllum góðum.

Tað hevur ein talsmaður fyri Taliban gjørt greitt sambært altjóða miðlum.

Tey sameindu hava seinastu vikurnar tikið seinastu herdeildirnar úr Afghanistan, men tað hevur gingið so illa at fáa ríkisborgarar teirra úr landinum, at neyðugt hevur verið at senda hermenn inn aftur í landið.

Serliga støðan á flogvøllinum í Kabul hevur verið álvarsom.

Boris Johnson, forsætisráðharri í Stórabretlandi, hevur havt ætlanir um at leingja tíðarfreistina fyri afturtøku av bretskum hermonnum, og væntað verður, at hann fer at biðja Joe Biden, forseta í USA, um at gera við amerikansku hermenninar.

Hetta verður kortini av ongum, stendur tað til Taliban rørsluna.

Suhail Shaneen, talsmaður fyri Taliban, hevur gjørt greitt, at vera NATO hermenn í Afghanistan longri enn 31. August, so verður hetta fyri Taliban at rokna sum útlendsk hermegi, ið hevur hertikið Afghanistan, og hetta fer at fáa avleiðingar, sigur hann.