Tað verður ikki fyribils, at kommunur fáa loyvi at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum fyri at fyribyrgja harðskapi, og øðrum lógarbrotum - og fyri at hjálpa løgregluni at uppklára mál um harðskap, og onnur lógarbrot.
Tað er greitt, nú Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður hevur svarað einum spurningi frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin.
Í vár samtykti ein stórur meiriluti av Løgtinginum, at kommunur skulu fáa heimild at seta vakmyndatól upp ymsastaðni í náttarlívinum.
Landsstýrismaðurin hevur ikki dult fyri, at hann tekur ikki undir við hesum tí hann heldur, at hetta er at ganga persónliga frælsinum ov nær.
Og bæði við Dimmalætting, og við Sosialin hevur hann sagt, at hetta er eitt mál, sum liggur aftarliga í rúgvuni av málum, hann ætlar at fremja. Men hann hevur kortini eisini sagt, at hann virðir samtyktina í Løgtinginum og at arbeitt verður við málinum
Tí hevur Helgi Abrahamsen nú spurt hann, hvar málið liggur. Løgtingsmaðurin gjørdi eisini greitt, at leggur landsstýrið ikki málið fram, fór hann sjálvur at gera tað fyri at fáa tað framt nú.
Bjarni Kárason Petersen sigur, at hetta er eitt mál, har nógv atlit skulu takast og tekur tað sína tíð. Samstundis eru nógv onnur mál at gera og tí væntar hann ikki, at eitt uppskot um at loyva vakmyndatólum kann verða klárt fyrrenn um eitt gott ár, ella á heysti í 2025.
– Vit arbeiõa við at finna eina góõa loysn, sum vigar atlitið at trygd í býarlívinum upp ímóti atlitinum at persónliga frælsinum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at vit hava eina lóg um vakmyndatól, har endamálið er at tryggja, at fólk skulu ikki vera fyri eini yvirvøku á almennum støðum, sum er óneyðug, og sum gongur persónliga frælsinum ov nær.
Samstundis er endamálið eisini, at í ávísum førum kann tað vera neyðugt við vakmyndatólum.
Bjarni Kárason Petersen vísir á, at taô eru gjørdar nógvar kanningar um, hvussu yvirvøka við vakmyndatóli ávirkar atburðin hjá fólki í náttarlívinum.
Hesar kanningar vísa rættiliga greitt, at yvirvøka ikki fyribyrgir harskapi ella øðrum, sum verður gjørt í sinnisrørslu. Hinvegin kann yvirvøka fyribyrgja tey sløg av kriminaliteti, sum eru meira løgd til rættis.
Men vit vita eisini, at sjálvsagt kann yvirvøka vera eitt sera hent amboð hjá løgregluni í sambandi við arbeiðið at uppklára mál um harðskap, og onnur brotsverk, sigur landsstýrismaðurin.
Men hann heldur, at meginreglan skal vera, at vit eiga ikki at gera størri intriv í rættindi hjá tí einstaka enn tað er neyðugt at gera fyri at røkka endamálinum við vakmyndatólum.
Hetta merkir at vakmyndatól ikki skulu taka meira upp enn tað, neyðugt er at taka upp fyri at røkka endamálinum.
Vakmyndatólini skulu heldur ikki vera frá í longri tíð enn tað er neyðugt, og upptøkurnar skulu slettast aftur sum skjótast. Og samstundis eisini skal skeltast so at vita um at vakmyndatólk eru.
Hinvegin hevur løgreglan ført fram, at tey flestu málini um harðskap eru í náttarlívinum í Havn, og tí kundu vakmyndatól verðið sett upp á útvaldum støðum. Tað kundi verið avmarkað, nær vakmyndatólini tóku upp, eitt nú bara ávísar dagar og ávísar klokkutíðir um náttina.
Tað verður eisini neyðugt at nágreina, nær, og hvar, kommunur kunnu seta vakmyndatól upp, og hvussu, og nær, løgreglan kann fáa atgongd til at kanna upptøkurnar.
Ein máti er at leggja málini fyri rættin í hvørjum einstøkum føri, so at tað verður ein dómari, sum ger av um løgreglan skal fáa atgongd til upptøkur á einum
– Tað eru øll hesi viðurskifti, sum skulu vigast upp ímóti hvørjum øðrum, skulu kommunurnar fáa heimild at seta vakmyndatól upp í byarlívinum, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Hann hevur eisini umhugsa um ein slík heimild kundi verið í eini royndartíð, kanska upp á fimm ár, so úrslitið kundi verðið eftirmett tá ið royndartíðin er av fyri at vita, hvørja nyttu, vit fingu av tí, leggur hann afturat.