Nú er ætlanin at gera eina serliga skipan fyri el-bilar, sum eru við Smyrli ímillum Suðuroynna og Havnina.
Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.
Tað verða alsamt fleiri el-bilar í Føroyum og tað verður ofta sagt tað krevur serligt varsemi at flyta el-bilar við ferjum. Orsøkin er, at kemur eldur í ein el-bil, verða teir so heitir, at tað er rættiliga torført at sløkkja.
Sum vit skrivaðu beint í áðni, er ætlanin at fáa eina skipan, har tað ber til at bíleggja ferðaseðil við Smyrli á internetinum. Málið er, at skipanin skal vera klár í næsta mánað.
Niels Juel Arge sigur, at tá ið fólk bíleggja ferðaseðil á internetinum, skulu tey samstundis boða frá um talan er um ein el-bil.
El-bilar, sum ikki bíleggja pláss, men bara møta upp á ferjuleguni, skulu eisini hava eina skipan.
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at endamálið er at samla allat elbilarnar saman á einum ávísum parti á biladekkiniuma Smyrli.
Samstundis er ætlanin at seta hita-følarar upp á dekkinum, sum boða frá, um tað brádliga verður ov heitt á biladekkinum. Ætlanin er eisini at útvega brandteppi at leggja út yvir ein el-bil, skuldi eldur komið í hann.
Men skal tað bera til hjá manningini at arbeiða, verður eisini neyðugt at tað er pláss at sleppa fram at.
Vanliga eru fýra røð av bilum á biladekkinum, men ætlanin er, at í tí borðinum, el-bilarnir skulu standa, verða framyvir bara trý røð av bilum. Tað merkir, at Smyril fer at taka 12-15 bilar færri enn hann ger nú.