Fáa bót fyri at brenna gamalt hoyggj
tey brendu bál uttan at biðja um loyvi til tað
Áki Bertholdsen
27. juni 2024 kl. 09:14
Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at onkur brendi bál í Kaldbak. Tá ið løgreglan kom á staðið, kundu tey staðfesta, at talan var um tað, tey kalla stórt bál.
Eitt bál, sum er meiri enn 1,2 metrar í tvørmát, er eitt stórt bál, og tað krevst loyvi frá kommununi at brenna stór bál.
Tað høvdu hesi ikki fingið og løgreglan sigur, at tí fáa tey bót.
Løgreglan sigur, at tað var gamalt hoyggj, og annað burturkast, sum tey høvdu gjørt bál burtur úr fyri lættari at sleppa av við tað.