At eitt tap í móti Brighton har leikgongongdin var nøkunlunda jøvn ikki kennist so illa fyri Liverpool fjepparar, sigur eitt sindur um støðuna, liðið er í.
Í fyrra hálvleiki fóru bæði liðini eftir at fáa tað fyrsta málið. Salah hevði einar tvær støður, sum hann í fjør hevði umsett til mál og í hinum endanum bjargaði Trent Alexander Arnold einum skoti á mállinjuni.
Eftir einum hálvum tíma legði Harvey Elliot Liverpool frammum eftir fiksari avlevering frá Salah. Leiðslan var stokkut tí níggju minnuttir seinni javnaði Lewis Dunk.
Í seinna hálvleiki var langt í millum stóru málmøguleikarnar. Til tíðir gekk spælið hart fyri seg og Konate var heppin ikki at verða vístur av vøllinum.
Tað sá út til at liðini skuldi hittast aftur til umdyst um 10 dagar á Anfield, men í 92 minutti fintaði Japanski Kaoru Mitoma hegnisliga Liverpool verjuna og setti bóltin í málið.
Sostatt er Liverpool úti av elstu fótbóltskappingini í verðini, sum enn verður spæld.