Eysturskúlin vann Veðurlagsviðursløn Føroya Lærarafelags

Um vikuskiftið var fyrsta veðurlagsvirðislønin, sum Føroya Lærarafelag letur, handað Eysturskúlanum

Bryndis Hjartardóttir
22. juni 2020 kl. 12:30

Um vikuskiftið var fyrsta veðurlagsvirðislønin, sum Føroya Lærarafelag letur, handað.

Ynskið við henni er, at børn og ung verða meira tilvitað um umhvørvis- og verðurlagsavbjóðingar gjøgnum útbúgvingina. Í hesum sambandi samstarvar lærarafelagið við Betri og FNU.

Tað var Eysturskúlin, sum vann Veðurlagsvirðislønina 2020 fyri teirra arbeiði við grøna økinum við skúlan. Grøna økið rundan um skúlan byrjaði fyri nøkrum árum síðani sum ein verkætlan í fakinum Náttúra og Tøkni. Síðani er hetta arbeiðið voksið, og nú er urtagarðurin blivin ein fastur partur av skúlagongdini og undirvísingini. Sambært Eydnu Magnussen, skúlastjóra, verður urtagarðurin nógv brúktur í undirvísingini og er sera gevandi fyri næmingarnar.

- Tað er stuttligt at eygleiða næmingarnar og hvussu tey læra av tí og taka ábyrgd. Vit síggja tí ein stóran vinning í hesum økinum og tað er fantastiskt av Lærarafelagnum at seta hetta evnið á skrá, sigur skúlastjórin.

Tað er fyri hetta arbeiðið at skúlin leygardagin fekk handað Veðurlagsprógvið 2020, ein kekk uppá 25.000 kr og ein berjarunn og føðsluplantur at nýta í sínum arbeiði víðari.

- Virðislønin gevur okkum rúmd at halda fram. Vit hava nógvar ætlanir við urtagarðinum og tær kunnu vit arbeiða víðari uppá nú. Vit hava leingi ætlað okkum at gera kompost og dreymurin er at einaferð eisini gera eitt drívhús, sigur Eydna Magnussen.