Eysturríkski venjarin: Vit góvu ov nógvar málmøguleikar burtur

Franco Foda, landsliðsvenjari hjá Eysturríki var ikki heilt nøgdur við fyrra hálvleik. Hann helt tó, at hóast liðið hjá sær gav ov nógvar málmøguleikar burtur, so var sigurin ongantíð í vanda

Sigurjón Einarsson
9. oktober 2021 kl. 23:50

Landsliðsvenjarin hjá Eysturríki, Franco Foda, var ikki heilt nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í kvøld. Hann helt tó, at sigurin ongantíð var í vanda.

Á tíðindafundinum eftir dystin helt eysturríkski venjarin fyri, at liðið hjá sær gav ov nógvar møguleikar burtur í fyrra hálvleiki.

– Vit gjørdu tað ov lætt fyri føroyska liðið at koma til nakrar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, og dugdu ov illa at verja móti høgu bóltunum. Men vit fingu tosa um hetta í hálvleikinum, og tað sá nógv betur út í seinna hálvleiki, sigur landsliðsvenjarin hjá Eysturríki, Franco Foda.

Hann helt tó, at hóast liðið hjá sær gav ov nógvar málmøguleikar burtur í fyrra hálvleiki, so var sigurin ongantíð í vanda.

– Vit stýrdu spælinum í seinna hálvleiki, og í seinna hálvleiki høvdu vit møguleikar at vinna við fleiri málum.

Eysturríksku tíðindafólkini vildu tó fáa at vita, hví eysturríkar gjørdu so nógvar feilir og góvu so nógvar møguleikar burtur.

– Jú, mínir leikarar gjørdu nakrar feilir, men tað var kanska graslíki, ið var orsøkin til tað. Bólturin hoppar eitt sindur øðrvísi á graslíki, var aftursvarið frá Franco Foda, landsliðsvenjara, sum eisini lovaði eysturríkum, at tílíkir feilir ikki fóru at verða gjørdir í Parkini týskvøldið.

Skal Eysturríki gera sær nakrar vónir at spæla seg víðari í HM-endaspælið komandi ár, so má liðið fáa eitt gott úrslit í Parkini.

Hinvegin kunnu føroyingar geva eysturríkum eina hjálpandi hond, megna føroyingar at vera meira avgjørdir móti skotum – fáa vit líka nógvar málmøguleikar, sum vit fingu í kvøld móti Eysturríki.