Frakland og Holland vóru stóru favorittarnir at enda á ovastu plássunum í bólki D. Men tað var hvørki Frakland ella Holland, sum vann bólkin.
Tað varð staðfest, nú Eysturríki á olympiska leikvøllinum í Berlin og í sera málríkum og harvið undirhaldandi dysti vann 3-2 ímóti Hollandi. Frakland og Pólland spældu um somu tíð. Har var úrslitið 1-1, og so var tað greitt, at Eysturríki hevur vunnið bólkin.
Eysturríki var frammanfyri 1-0 og 2-1. Holland svaraði tvær ferðir aftur, men tá ið Marcel Sabitzer tíggju minuttir undan leikloki legði Eysturríki framum 3-2, megnaði Holland ikki at svara aftur.
Dómarin legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og Holland royndi, men tað eydnaðist ikki at vinna stóra málmøguleikan og at javna.
Holland var undan hesum dystinum á odda í bólkinum. Nú endaði Holland á triðja plássi við fýra stigum – eitt aftanfyri Frakland og tvey aftanfyri Eysturríki. Hóast stóra vónbrotið í kvøld sær tað út til at vera møguleiki fyri, at Holland fer at sleppa upp í part í 1/8 finaluni.