Eysturríki kneykaði Ungarn

Í kvøld fara íslendingar at spæla ímóti týsku vertunum

Jóannes Hansen
18. januar 2024 kl. 16:42

Talan var um søgunnar veingjabreiði, tá ið grannarnir úr Eysturríki og Ungarn seinnapartin hittust í miðumfarinum í EM kappingini í hondbóti.

Frá 1867 og fram til 1918 vóru tey í felags kongsríki, sum eisini varð nevnt Habsburgska konsríkið og eisini Donaukongsríkið.

Lagnan hjá hesum báðum londum, sum nú bæði eru limir í ES, hevur verið turbolent, men í dag snúði tað seg í Lanxess Arena í Køln um hondbólt og um rættin at vinna seg víðari úr miðumfarinum.

Eysturríki vann 30 – 29 eftir hálvleiksstøðuna 17 – 17. Ungarn var mesta partin av tíðini á odda, og tað var ikki fyrr enn í síðsta minutti, at tað varð avgjørt, at Eysturríki fór at vinna, og tað var øgiligur fagnaður millum eysturríkararnar og stórt vónbrot millum ungverjarnar, sum eiga størri og stoltari hondbóltssøgu enn Eysturríki.

Í hesi kappingini hevur Eysturríki avrikað betri, enn tað nakrantíð áður hevur gjørt.

Í bólkaspælinum vann Eysturríki 31 – 24 ímóti Rumenia, ímóti Kroatia endaði tað 28 – 28, og so var tað heilt óvæntað, tá ið tað eydnaðist eysturríkarunum at vinna seg víðari í miðumfarið, tá ið tað endaði 33 – 33 ímóti sponsku favorittunum, ið vóru noyddir at pakka saman og fara til hús.

Leygardagin verður aftur grannauppgerð, og aftur verður talan um mótstøðuland, sum Eysturríki eigur søgu saman við. Tá verður mótstøðuliðið Týskland, sum er vertur fyri hesi kappingini, og sum klokkan 19.30 í kvøld fer at spæla ímóti Íslandi.

Klokkan 17 hittast Frakland og Kroatia.