Eysturríki fyri áttandu ferð

Ein sigur, ein javnleikur og síðani fimm tap fyri Eysturríki siga hagtølini. Í kvøld er tað áttandu ferð, at Føroyar spæla móti Eysturríki

Sigurjón Einarsson
9. oktober 2021 kl. 11:38

Landskrona og Eysturríki hanga óloysiliga saman, tá talan er um føroyska fótbóltssøgu. Fyri 31 árum síðan – mikudagin 12. september í 1990 – vórðu Føroyar av álvara settar á heimskortið sum fótbóltstjóð, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann heldur óvæntað á Eysturríki.

Talan var um fyrsta undankappingardyst hjá Føroyum, meðan eysturríkarar fáar vikur frammanundan høvdu verið til HM-endaspælið í Italia.

Og úrslitið kenna vit øll – eisini eysturríkarar. Spurdur á tíðindafundinum fríggjadagin, um sigurin fyri 31 árum síðan framvegis hevði nakað at siga fyri eysturríkska landsliðið, svaraði landsliðsvenjarin, Franco Foda, at hasin dysturin allarhelst ongantíð verður gloymdir, og verður javnan nevndur – serliga tá mótstøðuliðið eitur Føroyar.

Eysturríki ofta vunnið við trimum málum

Í kvøld klokkan 19:45 er tað so aftur Føroyar, ið taka ímóti Eysturríki. Talan er um áttanda dystin millum londini, síðan sigurin í Landskrona. Hagtølini siga, at Føroyar hava vunnið ein dyst, ein dystur er endaður við javnleiki, meðan eysturríkarar fimm ferðir eru farnir avstað við øllum - har Eysturríki sum oftast hevur vunnið við trimum málum. Tó mátti Føroyar leggja rygg til eitt tennisúrslit á útivølli tann 22. mars í 2013, tá eysturríkar vunnu ikki minni enn 6-0.

Enn ber til at keypa atgongumerki í Nethandilinum á FSF.fo. Í gjár vóru umleið 4.200 atgongumerki seld, og av teimum eru umleið 300 farin til eysturríksk viðhaldsfólk. 

Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo