Eystari landsrættur staðfest avgerðina um loðsflutning í Fuglafirði

Eystari Landsrættur hevur í dag staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum í málinum um loðsflutning í Fuglafirði. Landsrætturin hevur álagt Fuglafjarðar kommunu at rinda Kappingarráðnum sakamálskostnaðin, sum er 40.000 krónur

(Mynd: Fuglafjarðar kommuna)
Sigurjón Einarsson
1. desember 2022 kl. 16:01

Gamla trætan millum Fuglafjarðar kommunu og Kappingarráðið hevur verið viðgjørd í Eystara landsrætti, og í dag kom úrskurðurin.

Eystari landsrættur hevur í dag staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum í málinum um loðsflutning í Fuglafirði. Í 2018 staðfesti Kappingarráðið, at hetta var brot á kappingarlógina, tí kommunan hevði forðað P/F Faroe Agency at veita loðsflutning í Fuglafirði.

I dóminum staðfesti landsrætturin millum annað, at Kappingarráðið hevði skilmarkað landafrøðiliga marknaðin rætt. Hetta var nakað sum Fuglafjarðar kommuna hevði mótmælt. Rætturin sigur, at:

"Ved vurderingen heraf finder landsretten, at det relevante geografiske marked er korrekt afgrænset til Fuglafjarðar Havn, hvor de omhandlede skibe har brug for at lægge til kaj bl.a. for at bunkre tungolie og losse fisk."

Eystari Landsrættur staðfesti síðani, at kommunan hevði misnýtt sína ráðandi støðu. Niðurstøðan var partvíst grundað á hagtalstilfar, sum Kappingareftirlitið hevði heintað inn. Tilfarið vísti millum annað, hvussu ofta staðbunda felagið hevði flutt loðs fyri skip, sum Faroe Agency umboðaði.

Somuleiðis var niðurstøðan grundað á samtyktina hjá Vinnunevndini í Fuglafjarðar kommunu tann 14. apríl 2014, umframt samskifti millum Faroe Agency og Fuglafjarðar Havn tann 4. apríl 2018. Síðstnevnda staðfesti, at hóast kommunan hevði strikað samtyktina, so helt kappingaravmarkingin fram eftir hetta.

Málið byrjaði longu í 2014, tá Fuglafjarðar kommuna gjørdi av, at bert ein fyritøka kundi veita loðstænastu í Fuglafjarðar Havn.

Fuglafjarðar kommuna kærdi
Fuglafjarðar kommuna kærdi avgerðina til Vinnukærunevndina, sum í januar 2019 staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum frá 2018.

Men hesum vildi kommunan ikki finna seg í. Hon fór í Føroya rætt við málinum.

Heldur ikki í Føroya rætti fekk hon kommunan viðhald, tí 6. mai í fjør staðfesti Føroya rættur avgerðina hjá Kappingarráðnum.

Fuglafjarðar kommuna fór síðan í Landsrættin, sum nú hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum í málinum um loðsflutning í Fuglafirði. 

Landsrætturin hevur álagt Fuglafjarðar kommunu at rinda Kappingarráðnum sakamálskostnaðin, sum er áljóðandi 40.000 krónur.

Tað var upprunaliga Kappingareftirlitið, sum meldaði málið til løgregluna. Har hevur málið bíðað eftir úrskurðinum hjá Landsrættinum.

Kappingareftirlitið sigur, at tað fer nú at heita á fútan um at taka málið um revsning uppaftur.

Avgerðirnar

Les dómin hjá Eystara Landsrætti her

Les dómin frá Føroya Rætti her

Les avgerð hjá Vinnukærunevndini her

Les avgerð hjá Kappingarráðnum her