Næstsíðsta umfar undan summarsteðginum var um vikuskiftið. KÍ vann stórsigur á heimavølli ímóti Víkingi, og NSÍ, sum er fremsti avbjóðarin í FM kappingini, tapti á útivølli ímóti HB. Tí eru tað nú 10 stig frá KÍ og aftur til NSÍ, sum er eitt stig frammanfyri HB.
Á jóansøku endaði tað 1-1 millum Suðringar og 07 Vestur, sum leingi vóru á odda. Í síðstu løtu javnaði Silja Augustinussen til 1-1, og Suðringar tvífaldaðu stigatalið til tvey.
HB hevði vitjan av NSÍ, sum noyddist til hús við 2-1 tapi. Rutt Gregersen legði eftir lítið korter NSÍ á odda. Hetta var annað málið hjá Rutt Gregersen í ár. Fimm minuttir seinni javnaði Sunniva Willemoes til 1-1. Hetta var fjórða málið hjá Sunniva Willemoes í ár. Tríggir minuttir restaðu, tá ið Fridrikka Clementsen skoraði HB sigursmálið. Fridrikka Clementsen hevur nú skorað fimm mál.
Í Klaksvík vann KÍ 5-0 ímóti Víkingi, og KÍ hevur eftir 12 umfør framvegis fulla úrtøku. Hálvleiksstøðan var 4-0. Rannvá B. Andreasen setti hol á. Hon er ikki so ofta longur millum tær fyrstu ellivu. Tað var hon í dag, og hon skoraði fyri triðju ferð í ár.
Eyðvør Klakstein økti um munin til 2-0. Eisini hon hevur nú skorað 12 mál í landskappingini. Hetta var sjeyndi dysturin á rað, at Eyðvør Klakstein var málskjútti, og hon hevur nú skorað 12 mál í 12 landskappingardystum og tilsaman 16 mál í 16 dystum, um steypadystirnir verða taldir við. Eyðvør tykist vera betri fyri, enn hon nakrantíð hevur verið, og tað man ikki vera langt frá, at hon er ársins spælari higartil í ár. Tóra Mohr, Tórun Højgaard Joensen og Birita Ryan skoraðu trý tey síðstu málini. Tóra Mohr hevur skorað sjey mál, Tórun Højgaard Joensen trý mál, og í dag skoraði miðverjin og landsliðsspælarin Birita Ryan fyri fyrstu ferð í ár, tá ið eftir horna við høvdinum setti bóltin í málið.
Leygardagin hittast NSÍ og KÍ í Runavík.
HB – NSÍ 2-1 (1-1)
0-1: Rutt Gregersen
1-1: Sunniva Willemoes
2-1: Fridrikka Clementsen
TB/FCS/Royn – 07 Vestur 1-1 (0-0)
0-1: Lisa Haraldsen
1-1: Silja Augustinussen
KÍ – Víkingur 5-0 (4-0)
1-0: Rannvá B. Andreasen
2-0: Eyðvør Klakstein
3-0: Tóra Mohr
4-0: Tórun Højgaard Joensen br
5-0: Birita Ryan
EBS/Skála – B36 útsettur til 23. august
KÍ | 12 | 12 | 0 | 0 | 60 | 4 | 36 |
NSÍ | 12 | 8 | 2 | 2 | 43 | 13 | 26 |
HB | 12 | 8 | 1 | 3 | 31 | 14 | 25 |
B36 | 11 | 5 | 3 | 3 | 17 | 11 | 18 |
07 Vestur | 12 | 3 | 3 | 6 | 23 | 37 | 12 |
Víkingur | 11 | 3 | 2 | 6 | 18 | 27 | 11 |
EBS/Skála | 11 | 1 | 1 | 9 | 12 | 42 | 4 |
TB/FSV/Royn | 13 | 0 | 2 | 11 | 3 | 59 | 2 |
Máltindurin | |
Heidi Sevdal NSÍ | 19 |
Eyðvør Klakstein KÍ | 12 |
Rebekka Benbakoura KÍ | 11 |
Margit Kwao 07 Vestur | 9 |
Durita Hummeland KÍ | 7 |
Leygardagin 1. juli
Víkingur – EBS/Skála
NSÍ – KÍ
B36 – 07 Vestur