Ársins kvinnuligi fótbóltspælari í Føroyum er Eyðvør Klakstein. Tað varð kunngjørt á ársins galla fyri fótbóltinum í kvøld.
28 ára gamli miðvallarin var við í øllum 21 landskappingardystunum, har hon skoraði 20 mál. Eftir barnsburð og venjaraskiftið á landsliðnum var hon fastur miðvallari á landsliðnum.
-Hóast vit hava vunnið nógv, so eru vit fegnar um allar sigrar, og vit eru avgjørt ikki mettar. Nú eru vit farnar undir fyrireikingar til nýtt kappingarár. Vit ætla okkum at vinna FM, og vit gleða okkum aftur at taka lut í Europa. Heima í Føroyum taptu vit bara ein dyst. Tað var steypafinalan, og vit vóna, at tað næsta ár fer at eydnast at vinna okkum í steypafinaluna og at vinna hana, sigur Eyðvør Klakstein í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpsrásini.