Eyðun sýnir fram við Havnará

Rútmikkurin í litspælinum er tað berandi, og temaið er støðugt: bygdin við havið, fjøllini, havið og luftin

Gallerí Havnará
23. september 2024 kl. 15:05

Nú fríggjadagin letur framsýning við Eyðun av Reyni upp í Gallarí Havnará.

Eyðun er útbúgvin listamaður á kongaliga Kunstakademinum í Keypamannahavn. Hann er kendur fyri sínar oljumálningar av koloristiskum lansløgum.

Rútmikkurin í litspælinum er tað berandi, og temaið er støðugt: bygdin við havið, fjøllini, havið og luftin.

Hetta eru sterkir litir, og týðilig penslastrok, ið abstrahera frá motivinum. Eyðun hevur sýnt fram bæði úti og heima og telist millum bestu føroysku listafólk í sínum ættarliði.

Fernisering verður fríggjadagin 27. september kl. 16, øll eru vælkomin. Framsýngin er søluframsýning