Eyðun letur tríggjar nýggjar fáa møguleikan

Átta av teimum fyrstu ellivu, sum fara á vøllin í Klaksvík, hava royndir á U-21 landsliðnum

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo
Jóannes Hansen
16. juni 2023 kl. 16:06

Tað eru átta spælarar, ið áður hava verið á U-21 landsliðnum, sum klokkan 18 fara at standa á vøllinum í Klaksvík, tá ið tjóðsangirnir vera spældir undan landsdystinum millum Føroyar og Andorra.

Millum hesar eru tveir, sum umboða feløg í donsku superliguni. Annar teirra er vongverjin í vinstru Martin Agnarsson, sum nú umboðar Viborg FF, og hin er annar av miðverjunum Elias Rusborg, ið er sáttmálabundin í Hvidovre IF, sum fyri stuttum flutti upp í bestu deildina.

Tríggir eru á liðnum fyri fyrstu ferð. Teir eru 07 Vestur málverjin Ari í Haraldstovu Petersen, vongverjin í høgru hjá Víkingi Signar á Brúnni og miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard, sum eisini er víkingur. Merkisvert er tað, at Heini F. Sørensen úr FC Midtjylland ikki er millum teir fyrstu ellivu. Tað kemst av, at hann hevur havt ein lítlan skaða at dragast við.

Venjingarnar seinastu dagarnar hava bent  á, at føroyska liðið verður soleiðis mannað í 4-3-3 uppstilling:

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur – Signar á Brúnni, Víkingur, Elias Rusborg, Hvidovre IF, Børge Petersen, KÍ, Martin Agnarsson, Viborg IF – Noah Hans Mneney, Bryne BK, Gullbrandur Øregaard, Sandness ULF, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur – Áki D. Samuelsen, HB, Jørgen Nielsen B68, Olaf Bárðarson, Víkingur

Á beinkinum: Jóannes Davidsen, EB/Steymur, Áki Johannesen, B68, Mikkjal Hellisá, EB/Streymur, Jákup N. Vilhelmsen, KÍ, Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland, Jónas Warner, B68, Jens Erik Bruhn, TB, Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur og Poul Kallsberg, Víkingur.