Í dag eru tað tíggju ár síðani, at Føroyar vunnu tiltikna 1-0 sigurin á útivølli ímóti Grikkalandi. Ta ferðina var Jóan Símun Edmundsson málskjútti.
Tað var 14. november í 2014, og í kvøld – 14. november 2024 – hava Føroyar aftur vunnið á útivølli. Føroyar hava í kvøld vunnið 1-0 á útivølli.
Føroyska liðið er í armenska høvuðsstaðnum Jerevan, og tað er øll orsøk at fegnast um sigurin. Hann er tann fyrsti í kappingardysti á útivølli í meiri enn fýra ár. Tað var 6. september í 2020, at Føroyar vunnu 1-0 á útivølli ímóti Andorra. Talan var um Nations League, og føroyskur málskjútti ta ferðina var Klæmint A. Olsen.
Í kvøld hevði Eyðun Klakstein fyri fyrstu ferð ábyrgdina av føroyska liðnum. Saman við honum er gamli liðformaðurin á landsliðnum og stýrimaðurin í verjuni Atli Gregersen.
Málið í kvøld skoraði liðformaðurin Viljormur Davidsen við brotssparki í 33. minutti. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið miðvallarin Brandur Hendriksson Olsen varð sparkaður í fótin. Hetta var sætta málið hjá Viljormi Davidsen á landsliðnum, og hetta var fimta ferðin, at hann umsetti brotsspark til landsliðsmál.
Høvuðssetingurin hjá Eyðuni og Atla hevur í fyrireikingunum at fáa verjuspælið at rigga. Á vøllinum í Jerevan sást verjuskipanin at vera framúr góð. Teir vóru fimm í verjuketuni, og tað var tætt millum teir. Flytingarnar úr øðrum borði og hitt vóru sera skilagóðar, og tað var tætt millum verjuketuna og teir fýra á miðvøllinum, ið arbeiddu sum hestar og saman við øllum liðfeløgunum ofraðu seg í hvørjum nærdysti og runnu nógv.
Páll A. Klettskarð var fremsti maður, og eisini hjá honum snúði tað seg fyrst og fremst um at luttaka í verjupartinum.
Heimaliðið var um reppið at fáa mál í fimta minutti, tá ið bólturin dansaði á málstrikuni, men Teitur Matras Gestsson í føroyska málinum var sum ein køttur yvir bóltinum, og hann var støðugt á rætta staði í røttu løtuni.
Fram ímóti dystarenda spenti Armenia álopsbogan, men føroyska verjan varðveitti høvdið kalt, og í einstøkum førum var um reppið, at tað í hinum endanum stóðst góður møguleiki til føroyska liðið.
Fyrsti sigurin á útivølli í meiri enn fýra ár ber við sær, at Føroyar flyta av fjórða og aftasta plássi og fram á næstfremsta plássið.
Armenia – Føroyar 0-1 (0-1)
Nations League Deild C Bólkur C4
Hósdagin 15. november 2024 kl. 21.00
Á Republican Stadium after Vazgen Sargsyan í Jerevan
0-1: Viljormur Davidsen br 33.
Dómarakvartett úr Grikkalandi: Tasos Sidiropoulos, Polychronis Kostaras, Lazaros Dimitriadis og Ioannis Papadopoulos (4. dómari)
Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð (Sølvi Vatnhamar, 76.), Brandur H. Olsen (Noah Mnenéy, 75.), René Shaki Joensen (Hanus Sørensen, 62.), Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 68.) – Páll A. Klettskarð (Meinhard E. Olsen, 68.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Mattias H. Lamhauge, Arnbjørn Svensson, Jann J. Benjaminsen, Ási Dam, Hallur Hansson, Poul Kallsberg
Gult kort: Adrian Justinussen, Jóannes Kalsø Danielsen, Teitur Matras Gestsson
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen