Eyðun hevur boðsent fimm úr útlandinum

U-21: Hvørgin málverjin hevur royndir at spæla á U-21 landsliðnum

Jóannes Hansen
5. juni 2023 kl. 11:03

Eyðun Klakstein er nýggjur U-21 venjari. Á tíðindafundi í FSF húsinum fyrrapartin boðaði hann frá, hvørjum 20 spælarum hann hevur sent boð eftir í sambandi við landsdystin ímóti Andorra, sum verður í Klaksvík fríggjadagin 16. juni.

Fimm spælarar umboða útlendsk feløg, og 15 spælarar umboða føroysk feløg.

-Talan er um nýggja kapping, og tá er tað so sjálvsagt, at nógv er nýtt. Onkir at teimum, sum nú eru ov gamlir at vera við á U-21 liðnum, eru nú á A-landsliðnum. Fleiri av teimum, sum eru boðsendir spæla regluliga í bestu deildini, men mær hevði dámt, um teir vóru uppaftur fleiri, sigur Eyðun Klakstein, sum undirstrikar, at talan er um evnaríkar unglingar, sum nú av álvara fara at fáa seg royndar.

-Vit hava verið á einari felags venjingarlegu, og eg haldi, at hetta sær gott út. Vit vóna, at áskoðararnir fara at taka undir við okkum, sum teir áður hava gjørt, sigur U-21 landsliðsvenjarin.

Ari í Haraldstovu Petersen  og Jóannes Davidsen eru nýggir málverjar. Teir, sum umboða útlendsk feløg, eru Elias Rusborg Hvidovre IF, Martin Agnarsson Viborg IF, Noah Mneney Bryne FK, Gullbrandur Øregaard Sandnes ULF og Heini F. Sørensen FC Midtjylland.

 

Málmenn

Ari í Haraldstovu Petersen 07 Vestur

Jóannes Davidsen EB/Streymur

 

Verjuspælarar

Samuel Johansen Chukwudi HB

Børge Petersen KÍ

Signar á Brúnni Víkingur

Elias Rusborg Hvidovre IF

Mikkjal Hellisá EB/Streymur

Martin Agnarsson Viborg IF

Jákup N. Vilhelmsen KÍ

 

Miðvallarspælarar

Noah Mneney Bryne FK

Gullbrandur Øregaard Sandnes ULF

Heini F. Sørensen FC Midtjylland

Aron Jarnskor Ellingsgaard Víkingur

Jónas Warner B68

Jens Erik Bruhn TB

 

Álopsspælarar

Áki D. Samuelsen HB

Olaf Bárðarson Víkingur

Jørgen Nielsen B68

Gutti Dahl-Olsen EB/Streymur

Poul Kallsberg Víkingur