Eyðun: Avrikið á degnum verður avgerandi

Í dag klokkan tvey seinnapartin fer U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Kolokotronis stadion í Tripoli. Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum

U21 undir leiðslu av Eyðuni Klakstein leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Grikkalandi - Mynd: Terji Nielsen
Hans Erik Danielsen/FSF
16. november 2023 kl. 11:31

– Hetta verður ársins truplasta uppgáva á útivølli, men vit hava vónir um, at vit kunnu avrika væl og fáa okkurt við okkum heim. Skulu vit megna at vinna stig, so skulu vit spæla upp til okkara allar besta, og vit skulu hava teir at gera tað, sum teir ikki eru so góðir til.

Orðini eigur Eyðun Klakstein, venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum í løtuni leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin á útivølli móti Grikkalandi, sum verður spældur á Theodoros Kolokotronis stadion í Tripoli hósdagin klokkan 14:00, sum er klokkan 16:00 lokala tíð í Grikkalandi.

Undan dystinum eru Føroyar á 3. plássið í bólkinum við 7 stigum, meðan grikkar eru á 4. plássi við 4 stigum.

At talan er um enn eina torføra uppgávu, er venjarin fult greiður yvir. Kortini eru vónirnar góðar fyri einum góðum úrslitið aftur hesaferð, sæð í ljósinum av góðu byrjanini, ið føroyska liðið hevur fingið í hesari undankapping.

– Vit rokna við, at vit koma undir stórt trýst frá byrjan, men klára vit at standa ímóti tí og fáa trýstið at leggja seg, hava vit møguleika at gera okkurt við teir. Teir trívast væl við at spæla opnar og livandi dystir, har ferð er á spælinum, so vit ynskja at fáa dystin at verða øðrvísi.

– Vit hava staðið okkum væl í undankappingini higartil. Grikkaland er betri enn tey liðini, sum vit hava vunnið á, men vit hugsa um hendan dystin sum eina krevjandi og hóskandi avbjóðing til okkum júst nú. Vit hava fyrireikað okkum væl, vit eru til reiðar at spæla dystin, og vit vita, at avrikið á degnum er og verður avgerandi fyri, um vit kunnu fáa nakað burturúr, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

U21 EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:00, føroyska tíð, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Stigatalvan og leikskráin í bólkinum sæst her: EURO 2025 / Bólkur G (U21)