Eyðun ætlar sær at seta dagsskránna í Klaksvík

Nýggi venjarin hjá U-21 landsliðnum hevur nógvar altjóða royndir

Jóannes Hansen
15. juni 2023 kl. 23:44

Heimavøllurin hjá føroyska U-21 landsliðnum fríggjakvøldið klokkan 18 er í Klaksvík, har Andorra er mótstøðuliðið. Hetta er fyrsti dystur í nýggju kappingini. Venjarin er nýggjur, hjálparvenjarin er tann sami, sum hann var í síðstu kapping, og ein stórur partur av spælarunum eru nýggir, tí aðrir eru falnir fyri aldursmarkinum.

Atli Gregersen var hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze í undanfarnu EM undankapping. Nú er hann hjálparvenjari hjá Eyðuni Klakstein, sum hann áður hevur arbeitt saman við. Tað var, tá ið Eyðun Klakstein í 2020 var venjari hjá Víkingi.

Eyðun Klakstein hevur nógvar royndir í altjóða høpi. Hann var í síni tíð sum KÍ spælari við í sjey altjóða dystum – seks í UEFA Cup og einum í Cup Winners Cup. Hetta var í tíðarskeiðnum 1995 – 2003. Síðani hevur hann verið venjari hjá B36, sum í 2015 og 2016 spældi fýra dystir í europeisku meistarakappingini, og longu í 2007 var hann venjari, tá ið KÍ spældi tveir dystir í Intertoto Cup ímóti svenska Hammarby og tapti 1-0 í Svøríki og 2-1 á Svangaskarði.

Og so hevur Eyðun Klakstein verið venjari hjá bæði U-17 og U-19 landsliðunum. Ivaleyst var tað eitt tað besta úrslitð, tá ið U-19 landsliðið í EM undankapping vann 2-1 í Montenegro. Ta ferðina var tað Hannes Agnarsson, sum fýra minuttir eftir steðgin javnaði til 1-1, og David Müller í 57. minutti skoraði sigursmálið. Hetta var 9. november í 2016. Umframt Hannes Agnarsson eru tveir aðrir spælarar, sum vóru við ta ferðina, við til at fyrireika seg til landsystin ímóti Kekkia í morgin. Teir eru Jákup B. Andreasen og Petur Knudsen.

Fríggjakvøldið verður Eyðun Klakstein fyri fyrstu ferð síðani í 2014 á heimavølli, og hann ætlar, at hann og hansara menn av álvara skulu seta dám á:

-Vit eru á heimavølli. Andorra megnaði í mars málleysan javnleik á útivølli ímóti Hvítarusslandi. Teir ætla sær sjálvandi at vinna ímóti okkum. Um teir nú fáa fulla úrtøku, so verður talan um óvanliga góða byrjan hjá teimum í hesi undankappingini. Men vit ætla at seta dagsskránna. Hóast teir eru raskir og arbeiða nógv og leggja nógv fyri í nærdystum, so er setningurin hjá okkum at fylgja okkara konseptið, soleiðis at tað verður neyðugt hjá teimum at fyrihalda seg til tað, sum vit ætla, sigur Eyðun Klakstein, nýggjur U-21 landsliðsvenjari, sum hevur nógvar royndir í altjóða høpi.