Tað verður skifti í borgarstjórasessinum í Sunda kommunu á nýggjárinum. Tað er greitt, eftir at nývalda býráðið í gjárkvøldið skipaði seg.
Nýggjur borgarstjóri er Eyðstein Zachariasen, sum á valinum 12. november var fyrstvaldur býráðslimur. Listi C fekk sjey av ellivu býráðslimum valdar, og Eyðstein Zachariasen, sum er næstformaður í sitandi býráð, var toppskorari á lista C við 168 atkvøðum.
Eyðstein Zachariasen avloysir Jógvan Kruse, sum varð valdur at vera borgarstjóri eftir valið fyri fýra árum síðani.
Nýggjur varaborgarstjóri er Jóhanna Paula við Streym. Hon fekk flestar atkvøður á lista B, sum fekk fýra býráðslimir valdar. Jóhanna Paula við Streym fekk 128 perónligar atkvøður.
Sambært heimasíðuni hjá Sunda kommunu, so var talan um tveir valbólkar, tá ið býráðið skipaði seg við formanni, næstformanni og nevndum:
Valbólkur 1 vóru Eyðstein Zachariasen (C), Jóhanna Paula við Streym (B), Marni E. Joensen (C), Lena Dam (B), Haraldur S. Hammer (C), Rakul Martinsdóttir Johansen (B), Hallgerð Hansen (C) og Ingibjørg Egholm (B).
Valbólkur 2 vóru Jógvan Kruse (C), Rógvi Nybo (C) og Trygvi Kallsoy (C).
Nevndirnar eru mannaður soleiðis: