Eydnudeildin fer at kappast í Danmark um vikuskifti

Í morgin, leygardagin 4. september, skal Eydnudeildin luttaka í stórari hóndbóltskappingini, LykkeCup, sum hesa ferð verður í Boxen í Herning

Sigurjón Einarsson
3. september 2021 kl. 17:36

Føroysku hondbóltsstjørnurnar í Eydnudeildini eru nú í Danmark, har seinastu fyrireikingar eru í gongd, áðrenn stóra hondbóltskappingin, LykkeCup, fer av bakkastokki í morgin.

Hetta er triðju ferð, at LykkeCup verður og hvørjaferð hava spælarar úr Føroyum luttikið. Fyrstu ferð var í juni 2018, tá fýra føroyskar stjørnur úr Eydnudeild luttóku. Í juni 2019 vóru sjey stjørnur í Eydnudeild við. Í fjør varð kappingin avlýst – sum alt annað – orsakað av koronu.

– Hetta vóru vit í Eydnudeildini sjálvandi sera hørm um, tí hetta er eitt fantastiska stórt tiltak fyri okkara stjørnur úr Eydnudeildini. Bæði í 2018 og 2019 var LykkeCup í Gigantium í Aalborg, men í ár er Gigantium ov lítið og tiltakið er flutt til BOXEN í Herning, skrivar Eydnudeildin í einum tíðindaskrivi.

Í ár luttaka umleið 500 hondbóltsspælarar úr Danmark og Føroyum - hesa ferð við tíggju føroyskum hondbóltsstjørnur úr Eydnudeild.

Stuðulstiltak til frama fyri Eydnudeildina

Herfyri var eitt stuðulstiltak, tá Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen gjørdu ein sokallaðan Everesting. Í vikuni varð talt upp, hvussu nógv var komið inn, og tað gjørdist í alt 72.538 krónur.

– Eg (Jákup Petur Eliassen, red.), og tey, eru púra ovfarin um allan stuðulin. Túsund, túsund takk fyri, skrivar Jákup Petur Eliassen á sínum Facebook-vanga.

Vegna hesa góðu undirtøku, so varð avgjørt, at hvør leikari fær 2.000 krónur sum stuðul til ferð og uppihald. Einki barn kann ferðast einsamalt, so hetta kemur sera væl við hjá teimum føroysku luttakaranum á LykkeCup.

– Alt arbeiðið er sjálvboðið, so restin fer til at gera tað møguligt at skipa fyri venjing til hesar fantastisku eydnudeildarleikararnar, skrivar Jákup Petur á Facebook.

Stórsligið tiltak

Føroysku hondbóltsstjørnurnar sleppa at uppliva, hvussu tað er at vera veruligar stjørnur, frá tí, tey trína inn í BOXEN tíðliga leygarmorgunin og til tey fara avstað aftur umleið klokkan 22 á kvøldi.

Umframt hondbóltsstjørnurnar, so eru foreldur, systkin og nøkur starvsfólk eisini við á ferðini.

– Í ár eru vit so ómetaliga heppin at vit hava heili fimm venjarar við okkum. Marianna B. Jacobsen, sum hevur verið hjálparvenjari hjá okkum, er nú flutt til Danmarkar. Hon valdi sjálvandi beinanvegin at melda seg til LykkeCup, tí hetta er ein av allarstørstu upplivingum hjá bæði børnum og vaksnum. Drós Ragnarsdóttir, sum eisini býr í Danmark, ivaðist heldur ikki eina løtu í at siga ja takk til at luttaka í LykkeCup, stendur víðari skrivað í tíðindaskrivinum.

Hinir tríggir venjararnir á ferðini eru Morten Hust Petersen, sum er høvuðsvenjari, meðan hjálparvenjarar eru Anna á Rógvu og Magnus Hust Petersen.

Skráin fyri LykkeCup sær soleiðis út:

08.30:    Hurðarnir lata upp

09.15:    Klárt til innmarch

09.30:    Marsjera inn, vælkomin og upphiting

10.00-15.00:        Hondbóltsdystir

15.00-15.30:        Marsjera inn og heiðursmerkjahandan

15.30-16.00:        Konsert við SHAKA LOVELESS

16.30-17.30:        Skifta klæðir, make-up og pausa

17.30-21.30:        GALLAVEITSLA

18.00-19.00:        Borðhald

19.00:    Livandi tónleikur

20.00-21.30:        DJ

22.00:    Farvæl og takk

Til ber at fylgja við á Facebook-síðuni hjá Eydnudeild Føroyar. Á Instagram eita tey: eydnudeild

Eydnudeild Føroyar fer eisini at leggja myndir og videobrot út frá ferðini.