Tað var Eyðdis Ellendersen í TB, sum í kvøld í Ítróttarfegnaðinum í Løkshøll fekk handað heiðurin ársins Ítróttareldsál. Hon hjálpir til á so nógvum mótum, og hvørt sunnukvøld klokkan 18 lesur hon tølini á TB bingo, sum er á netinum.
-Eg havi verið partur av hesum síðani einaferð í 90unum, tá ið mínir dreingir spældu. Hetta fer við nógvari tíð, men tað hugsi eg ikki um, tí tað eru nógv, sum eru saman við mær, og tað er ein gleði, segði Eyðdis Ellendersen í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.
Katrin Dagbjartsdóttir, ið er kend eitt nú sum svimjari á Paraolympisku leikunum, sum handaði heiðurin og kekk til Eyðdis Ellendersen.
Í uppskoti vóru eisini ón Brekku í Havnar Tennisfelag og Jan Johannesen Flogbóltsfelagið Dráttur.