Eyð Ellingsgaard er borgarstjóri í Sørvági

Aftur hesaferð er bygdaráðið skipað í samstarvi ímillum báðar listarnar, ið stillaðu upp til bygdaráðsvalið í Sørvágs Kommunu. Eyð Ellingsgaard er borgarstjóri og Elsebeth Davidsen varaborgarstjóri

Ingolf S. Olsen
12. november 2020 kl. 21:38

Nývalda bygdaráðið í Sørvági hevur skipað seg í kvøld, og tað verður Eyð Ellingsgaard, ið var stóri toppskorarin á valinum, sum 1. januar kann seta seg við borðendan sum nýggjur borgarstjóri í Sørvágs Kommunu. Varaborgarstjóri er Elsebeth Davidsen.

Sum tað hevur verið vanligt í Sørvágs Kommunu, er bygdaráðið aftur hesa ferð skipað í samstarvi ímillum allar sjey bygdaráðslimirnar.

Tveir listar vóru til valið, og vald vóru Eyð Ellingsgaard (B), 126 atkvøður, Jóhan Mikkelsen (B), 69 atkvøður, Hugin Skaalum (A), 66 atkvøður, Elsebeth Davidsen (B), 58 atkvøður, Jón Joensen (A), 48 atkvøður, Jóhan Frói á Ørg (A), 47 atkvøður, og Sune Jacobsen (B), 46 atkvøður.

Nevndir mannaðar

Nevndirnar vóru eisini mannaðar í kvøld, men hava ikki enn skipað seg við formanni – tó er borgarstjórin altíð formaður í fíggjarnevndini.

Tær lógarásevndirnar eru soleiðis mannaðar:

Fíggjarnevndin: Eyð Ellingsgaard, forkvinna, Hugin Skaalum og Jóhan Frói á Ørg.

Tekniska nevnd: Jóhan Mikkelsen, Hugin Skaalum og Jón Joensen.

Trivnaðarnevndin: Jóhan Mikkelsen, Elsebeth Davidsen og Jón Joensen.

Vinnunevndin: Jón Joensen, Hugin Skaalum og Jóhan Frói á Ørg.

Havnarnevndin: Elsebeth Davidsen, Jóhan Frói á Ørg og Jóhan Mikkelsen.

Harumframt vóru hesir sessir mannaðir:

Tilbúgvingarnevndin: Eyð Ellingsgaard, Kristian Olsen (tilbúgvingarleiðari, ikki fólkavaldur), Eystein í Løðu (ikki fólkavaldur), John Martin Olsen (ikki fólkavaldur), Erik Davidsen (ikki fólkavaldur), Sune Jacobsen og Elsebeth Davidsen.

Skúlastýrið: Jóhan Mikkelsen og Niels Nielsen.

Sune Jacobsen skal umboða Sørvágs Kommunu í nevndini hjá SEV, og Jóhan Frói á Ørg verður umboðið hjá kommununi á aðalfundinum hjá SEV, og Jóhan Mikkelsen umboðar kommununa á ársaðalfundinum hjá IRF.

Visit Vágar: Eyð Ellingsgaard og formaðurin í Vinnunevndini.

Umboð í Heimatænastuna: Eyð Ellingsgaard og Elsebeth Davidsen.

Umboð í Barnaverndartænastuna: Eyð Ellingsgaard og formaðurin ella forkvinnan í Trivnaðarnevndini.

Sørvágs Kommuna umfatar umframt Sørvág bygdirnar Bø, Gásadal og Mykines.