Hetta er næsta stóra rentuhækkanin hjá evropeiska miðbankanum innan tveir mánaðir. Her sæst forsetin í evropeiska miðbankanum, Christine Lagarde, á tíðindafundi í dag. (Mynd: EPA-EFE).
Evropeiski miðbankin hækkar aftur rentuna
Fyri triðju ferð í ár hækkar evropeiski miðbankin sína rentu. Hesaferð er talan um eina rentuhækkan á 0,75 prosentstig
Kristian Waag Dam
27. oktober 2022 kl. 14:35
Tann evropeiski miðbankin (ECB) hækkar rentuna við 0,75 prosentstigum. Hesum boðar bankin frá í dag í einum tíðindaskrivi. Sostatt fer rentan framyvir at liggja á 1,5 prosentstigum. Sostatt verður rentan tvífaldað.
Endamálið hjá evropeiska miðbankanum er halda inflatiónini niðri. Evropeiski miðbankin vónar at fáa inflatiónina á sítt vanliga støði aftur, sum er tvey prosentstig.
Sambært donskum miðlum, millum annað Danmarks Radio og Finans, so er væntanin, at danski tjóðbankin fer at hækka sína rentu seinni í dag. Tjóðbankin hækkaði eisini rentuna fáar tímar eftir, at evropeiski miðbankin hækkaði sína rentu í septembur.