Evropeiska lagnan hjá H71 framvegis ógreið

EHF hevur heitt á H71 og ukrainska felagið HC Galychanka Lviv um at finna semju og hevur lagt trý uppskot á borðið, hvussu fjórðinsgfinalurnar kunnu avgreiðast. Enn er eingin semja funnin, men greitt er, at heimadysturin í Føroyum nú sunnudagin verður sum ætlað

Jákup Bogi Joensen
16. februar 2022 kl. 09:54

Tað er framvegis ógreitt, hvør lagnan hjá kvinnuliðnum hjá H71 verður í Evropa.

Men dysturin á heimavølli nú sunnudagin móti ukrainska felagnum HC Galychanka Lviv verður sum ætlað.

Tað sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

Hvussu verður við fyrra dystinum, sum skuldi verið leiktur í Ukraina sunnudagin, er framvegis ógreitt.

Evropeiska Hondbóltssambandið, EHF, hevur í skrivi í gjárkvøldið heitt á feløgini um at finna eina felags semju og loysn.

EHF hevur lagt trý uppskot fyri partarnar. Eitt er, at bara ein dystur verður spældur. Um partarnir semjast um hetta, verður dysturin á Hálsi í Havn nú sunnudagin avgerandi fyri, hvør fer víðari í kappingini.

Eitt annað uppskot er at spæla báðar dystirnar í Føroyum nú um vikuskifti. So verður spælt fríggjadagin og sunnudagin. Men tað er enn ikki vist, um ukrainska felagið tekur undir við hesum.

Triðja uppskotið, sum EHF hevur lagt fyri partarnar, er at spæla báðar dystirnar á uttanveltaðum vølli. EHF hevur skotið upp, at uttanveltaði staðurin verður Keypmannahavn. Men hesum hevur H71 havnað, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

Tað hevur H71 gjørt, sigur hon, tí felagið metir seg hava gjørt sítt til at finna eina loysn, men ukrainska felagið hevur higartil havnað øllum uppskotum. Haraftrat er tað ein ov stór fíggarlig byrða hjá hoyvíkingum at fara av aftur landinum longu nú um vikuskifti, og praktiskt verður tað eisini ein avbjóðing við so stuttum skotbrái, sigur Anna Dam.

Hvør endaliga lagnan hjá H71 í Evropa verður, er tí framvegis ógreitt. Feløgini samskifta og samráðast framvegis, men enn er eingin endalig niðurstøða gjørd, sigur Anna Dam.

Tað einasta, sum í løtuni er vist, er, at dysturin á heimavølli nú sunnudagin verður sum ætlað. Restina mugu partarnir samráðast víðari um, sigur Anna Dam.

Eydnast tað ikki pørtunum at finna semju, verður tað upp til EHF at gera av, hvat so skal henda. 

Dysturin á útivølli móti ukrainska liðnum sunnudagin varð av ongum, tí føroyska og danska uttanríkisráðið mæltu staðiliga frá at fara til Ukraina, nú støðan er spent millum Russland og Ukraina.