Evropeiska luttøkan hjá H71 í fjórðinsgfinaluni í EHF-Cup kappingini í hondbólti hjá kvinnum kann fara at ávirka heimligu steypakappingina.
Tað kann væl hugsast, at H71 verður annað liðið í steypafinaluni hjá kvinnum í ár. Og tá kann trupulleikin stinga seg upp, um seinna fjórðinsgfinalan í EHF-Cup kappingini skal spælast sama dag, sum er 19. februar.
Men ráð eru fyri tí, skuldi tað hent. Tí Hondbóltssambandið til reiðar og sinnað at flyta steypafinaluna hjá kvinnum, um tað gerst neyðugt. Tað sigur Ári Rouch frá Hondbóltssambandinum.
Í samráðingum við ukrainska felagið
H71 hevur trekt ukrainska liðið HC Galychanka Lviv í fjórðinsgfinaluni í EHF-Cup kappingini. Tveir dystir skulu spælast, og sambært dystarskránni verður fyrri dysturin tann 12. februar og tann seinni 19. februar.
Tað er kortini er ikki vist, at tað verður neyðugt at flyta heimligu steypafinaluna, um H71 verður annað liðið í finaluni.
Anna Dam, forkvinna í H71, sigur, at felagið er í samráðingum við ukrainska mótstøðuliðið um, hvussu fjórðingsfinalurnar í EHF-Cup kappingini skulu spælast.
H71 hevur ynskt, at báðir dystirnir verða spældir eitt og sama vikuskiftið. Hoyvíkingar vóna, at dystirnir kunnu spælast í Føroyum vikuskiftið 12. og 13. februar.
Sum skilst er ukrainska felagið sinnað at spæla báðar dystirnir sama vikuskiftið, men samráðingar eru í løtuni í gongd um, hvar dystirnir skulu spælast og nær. Ikki fyrr enn tær samráðingarnar eru lidnar ber til at siga, um seinna fjórðingsfinalan fellur saman við heimligu steypafinaluni, sigur Anna Dam.