Evropa aftur koronumiðdepil

Tað er ikki bara í Føroyum, at koronustøðan seinastu vikurnar er farin skeivan vegin. Smittutølini í Evropa gallopera avstað, og WHO roknar við, at ein hálv millión fólk aftrat kunnu lata lív, áðrenn vit eru komin inn í februar.

Steinar Patursson
5. november 2021 kl. 12:06

Samstundis sum at koronusmittan aftur rasar í Føroyum, boðar heimsheilsustovnurin, WHO, frá, at Evropa er aftur miðdepil, tá tað kemur til koronusmittutøk.

Hans Kluge, ovasti fyri WHO, sigur sambært BBC á tíðindafundi, at tað er møguligt, at vit fara at síggja eina hálva millión koronuandlát aftrat áðrenn februar mánaða. WHO metir, at higartil hava 1.4 millión fólk latið lív av koronu í evropeiska økinum, sum í WHO regi fevnir um 53 lond, nøkur teirra í Asia.

Tað er serliga lágu koppsetingartølini, ið eru orsøk til ringu koronustøðuna í Evropa, vil Hans Kluge vera við, men eisini linari koronuátøk enn tey, sum vit høvdu í byrjanini undir koronufarsóttini, eiga sín part av skyldini.

Í norðurlondum eru koppsetingartølini oman fyri 80 prosent, men serliga eystanfyri eru lutfalsliga fá, ið hava latið seg koppseta. Sambært Statista eru koppsetingartølini í Rumenia og Bulgaria ávíkavist 39 og 26 prosent.

Sambært tølunum hjá WHO eru smittutølini í Evropa vaksin við 55 prosentum seinastu vikurnar, hóast nokk er av koppseting, og WHO vil vera við, at støðan í Evropa er ein ávaring til onnur lond um at ansa eftir.

Í Russlandi, har bert 32 prosent av fólkinum er fult koppsett, hava 8.100 fólk latið lív seinastu vikuna av koronu, meðan støðan í Ukraina er eitt sindur betri. Har havi 3.800 fólk latið lív av koronu seinastu vikuna.