Ever Given, ið setti seg fast í Suez-veitina í mars, hevur ligið við bryggju í Egyptalandi líka síðani tað gjørdist leyst aftur, tí myndugleikarnir hildu tí aftur. Myndugleikarnir fyri veitina kravdu 900 milliónir dollarar fyri millum annað mistar inntøkur og fyri at bjargingina.
Partarnir hava roynt at funnið eina semju, og nú tykist hesar samráðingar at hava borið frukt, tí myndugleikarnir í Egyptalandi boða frá, at skipið verður leysgivið mikudagin.
Sambært nógvum útlendskum miðlum, so er semjan, at reiðaríið hjá Ever Given skal gjalda 540 milliónir dollarar.
Hendan avtalan verður undirskrivað við eitt serligt hátíðarhald mikudagin, og síðani loysir skipið frá bryggju.
Tá Ever Given hevði lagt seg sum ein propp í veitini, og tí forðaði allari skipaferðslu gjøgnum Suez-veitina, lógu umleið 450 skip við munnarnar báðar, og fleiri skiparar valdu tí at sigla longu leiðina suðurum Afrika.
Virðir fyri umleið 9,6 milliardir dollarar fara gjøgnum Suez-veitina hvønn dag.