Tað er endliga eydnast at fáa stóra fraktskipið, Ever Given, leyst aftur, sum forðað fyri ferðsluni gjøgnum Suez kanalina nú í eina góða viku, eftir at stórt bjargingarátak hevur verið í dag.
BBC skrivar, at hóast Ever Given nú er helt leyst frá báðum síðum av kanalini, er kortini óvist, nær vanlig skipaferðsla sleppur gjøgnum kanalina aftur.
Ever Given rendi seg fast og settist upp á tvørs av Suez kanalini farna týsdag, og hóast roynt hevur verið í eina viku at fáa skipið leyst, varð tað ikki fyrr enn fyrrapartin í dag, at reyvin gjørdist leys. Tá vóru boðini frá bjargingarfeløgunum, at tað var framvegis langt eftir á mál.
Men eftir øllum at døma hevur gingist betri enn væntað, og Ever Given verður nú sleipað út úr kanalini, har tað skal kannast.
Um 30.000 kubikkmetrar av sandi vórðu fluttir undan gronini á Ever Given, fyri at fáa skipið á flot aftur.
Hóast tað nú verður siglandi aftur gjøgnum Suez kanalina, fer at taka eina løtu, at fáa glið aftur á altjóða skipaferðsluna, tí sambært shippingfelagnum Lloyd’s List eru um 370 skip, ið sita við munnarnar á kanalini og bíða eftir at sleppa ígjøgnum.
Sambært Lloyd’s List forðaði Ever Given vørum fyri góðar 60 milliardir krónur um dagin, meðan skipið sat fast.