Evan Rachel Woods vil hava videolag hjá Marilyn Manson tikið av YouTube

Kendi tónleikarin Marilyn Manson hevur í seinasti verið ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á fleiri konufólk. Ein teirra er sjónleikarinnan Evan Rachel Wood, sum vil vera við, at hon varð neyðtikin undir upptøkunum av videolagnum "Heart-Shaped Glasses (When the Heart Guides the Hand)"

Mynd: Sean-Mollin x Photographer
Katrin Joensen-Næs
19. mars 2022 kl. 18:00

 

Síðani 2021 hava fleiri kvinnur staði fram við frágreiðingum um, hvussu Marilyn Manson hevur gjørt seg inn á tær.

Ein av harðastu røddunum hevur verið sjónleikarinnan Evan Rachel Wood. Hon vil vera við, at Manson neyðtók hana undir upptøkunum av videolagnum ”Heart-Shaped Glasses (When the Heart Guides the Hand)”

-        Vit høvdu avtalað eina simuleraða sexsenu, men tá myndatólini byrjaðu at filma, byrjaði hann at penetrera meg ordiligt, segði Evan Rachel Wood í heimildarfilminum “Phoenix Rising”.

-        Tað hevði eg ognantíð sagt ja til, leggur sjónleikarinnan afturat.

Videolagið kann enn síggjast á YouTube. Hetta vil Evan Rachel Wood fáa broytt. Á einum Instagram Story hevur hon tí kravt, at videolagið verður tikið niður.

Youtube hevur enn einki gjørt.

-        Vit hava eftirlit við støðuni og fara at handla, um har er brot uppá okkara leiðreglur, sigur talsmaðurin hjá YouTube, Jack Malson, sambært Pitchfork.

Marilyn Manson hevur stevnt Evan Rachel Wood fyri ærumeiðing.