Eva Winther Nagata, uppvaksin í Fleyr, vann í gjár bronsu í fremstu kvinnudeildini í flogbólti í Danmark, tá hon og liðfelagarnir í ASV Elite úr Aarhus á heimavølli frammanfyri fitt av áskoðarum vunnu 3-0 á Team Køge í seinna finaludystinum um bronsuna.
Men tað var ikki bert eittans bronsumerki, sum fór til Føroya, tí eisini fuglfirðingurin Andreas Reinert Zachhau fekk eitt bronsumerki. Hann er partur av venjaratoyminum hjá ASV Elite, har hann virkar sum hagtalsmaður.
Í dystinum um bronsuna varð spælt best av trimum dystum, og í fyrsta dystinum í Køge fyri viku síðani vann ASV Elite 3-0, og tí kundi liðið úr Aarshus tryggja sær bronsuna við at vinna dystin í gjár. Tað eydnaðist, sum nevnt, men mótstøðan var dygg, og 3-0 sigurin var við minst møguligum muni: 25-23, 25-23 og 27-25. Í triðja setti hevði Team Køge settbólt við støðuna 25-24, men ASV Elite vann næstu tríggjar bóltarnar og harvið dystin og bronsuna.