Eva og Steinbjørn eru nú í ráðnum
Eva Klein og Steinbjørn Hardlei arbeiða nú í barna- og útbúgvingarmálaráðnum
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
9. juni 2024 kl. 21:21
Barna- og útbúgvingarmálaráðið er mannað við tveimum nýggjum fólkum. Eva Klein er sett sum fulltrúi á barnaøkinum við serligum denti á dagstovnaøkið. Eva Klein hevur útbúgving sum námsfrøðingur, umframt at hava fleiri eftirútbúgvingar og royndir á økinum. Seinastu 10 árini hevur hon starvast í Vága kommunu sum ráðgevi og leiðari.
Steinbjørn Hardlei skal leiða Barnaverkætlanina, sum er eitt tvørgeiraligt samstarv, sum skal tryggja sameindar og samskipaðar tænastur til børn og ung.
Steinbjørn hevur útbúgving og drúgvar royndir innan leiðslu, undirvísing og organisatoriska menning.