Valið stóð millum Glasgow í Skottlandi, og Liverpool í Ongland. Vinnarin í 2022, Ukraina, er ikki ført fyri at halda stóra tónleikatiltakið, orsakað av krígnum. Tí verður tað hildið í Onglandi. Tað var bólkurin Kalush Orchestra, sum vann Ukraina sigurin.
Tað er vanligt at vinnarin árið fyri fær møguleikan at skipa fyri. Orsøkin til at Ongland fekk møguleikan, er tí at Sam Ryder, sum umboðaði Stórabretland, endaði nummar tvey í seinastu kapping.
Tiltakið verður hildið í M&S Bank Arena í Liverpool, sum liggur mitt í býnum. Høllin hevur pláss fyri 11.000 áskoðarum til tónleikatiltøk.
Hálvfinalurnar verða hildnar 9. og 11. mai, meðan finalan verður 13. mai.
Í 2023 verður altjóða tónleikakappingin hildin fyri 67. ferð.