Etna goysir aftur

Eitt av heimsins mest virkna gosfjall, Etna, goysir enn einaferð. Fakfólk taka tað tó róligt

Sigurjón Einarsson
17. februar 2021 kl. 13:59

Etna hevur sent stór skýggj av royki og øsku upp í luftina, men eldgosið verður ikki mett at vera nøkur hóttan fyri fólk og fæ í økinum, upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni, AFP.

- Vit hava sæð verri, sigur Stefano Branco frá tjóðarstovninum fyri jarðalisfrøði og gosfjallfrøði í Italia fyri italsku tíðindastovuni, AGI.

Etna er 3.000 metrar høgt, og liggur beint við býin Katania í Sisilia, har tað búgva umleið 300.000 íbúgvar.

Soleiðis sá út í gjár, tá Etna var eitt sindur ill: