Næstu tvær vikurnar vera føroysk fótbóltsfeløg við í átta europeiskum fótbóltsdystum. Tann fyrsti verður í Klaksvík nú týskvøldið, og tríggir teir síðstu vera 20. juli. Uttan mun til hvussu tað gongur, so er tað greitt, at KÍ fer at halda fram í Europa í eitt umfar aftrat – í hvussu so er.
Týskvøldið verður tað Juri Frisher úr Estlandi, sum verður dómari, tá ið KÍ fær vitjan av Ferenvaros Ungarn. Hann er 39 ára gamal og hevur verið altjóða dómari síðani 2016. Í altjóða høpi hevur hann dømt bæði landsdystir og dystir í europeisku kappingunum. Síðsti landsdysturin, sum hann dømdi, var 23. mars millum Makedonia og Malta, sum endaði við 2-1 heimasigri.
Í Europa
11. juli
Champions League
KÍ – Ferenvaros Ungarn: Juri Frisher Estland kl. 19.45
12. juli
Conference League
B36 – Paide Estland: Lothar D´hondt Belgia kl. 19.00
13. juli
Conference League
Inter Escaldes Andorra – Víkingur: Jérémy Muller Luksemborg kl. 16.00
HB – Derry City Írland: Kristoffer Hagenes Noreg kl. 19.00
19. juli
Champions League
Ferencvaros – KÍ: David Smajc Slovenia kl. 17.00
20. juli
Conference League
Paide – B36: Vitally Romanov Ukreina kl. 16.30
Víkingur – Inter Escaldes: Jan Machátek Kekkia kl. 19.00 í Klaksvík
Derry City – HB: Marek Radina Kekkia kl. 19.45